Eins og í gjár, so prógvaðu donsku kvinnurnar, at tær eru nakrar flokkar oman fyri tær føroysku.
Men í mun til í gjár, so vóru okkara kvinnur til reiðar at standa seg í høgu leikferðini.
Fyrstu 25 minuttirnar var munurin mest sum eingin, men so settu gestirnir ferð á, og tær hildu fast um leiðsluna allan dystin. Seinasta partin av seinna hálvleiki øktu tær donsku eisini um munin, sum at enda gjørdist 12 mál.
Føroyar U21-Danmark U18 20-32 (12-17)