U21 HM: Føroyar eru greiður favorittur móti Brasil

Nú hava altjóða veddingarfyritøkurnar aftur føroyska U21-manslandsliðið sum favoritt til at vinna

Mynd: IHF

Sunnudagin klokkan 17 spælir føroyska U21-manslandsliðið í hondbólti ein sera týðandi dyst í millumbólki 2 í HM-endaspælinum í Týsklandi og Grikkalandi.

 

Mótstøðuliðið í Hannover verður Brasil, ið einki stig hevur við sær í millumspælið aftaná 19-27 tap fyri Portugal, ið eisini mannar millumbólk 2. Fjórða liðið er Spania sum einki stig hevur við sær í millumbólk 2. 

 

Hóast talan er um ein dyst í einum millumumfari, so eru Føroyar rættiliga stórur favorittur hjá 12 altjóða veddingarfyritøkum.

 

Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 1,08 og 1,15, ið má sigast at vera óvæntað lág odds.

 

Oddsini upp á sigur til Brasil liggja millum 7,00 og 9,50, ið er óvæntað høgt.

 

Her eru oddsini:

 

##med2## 

 

Mynd: IHF