U21: Føroyska liðið sett

Pál Mohr Joensen og Hallur Hansson byrja inni móti Írlandi í dag

Bill M. Jacobsen og Heðin Askham hava sett liðið, sum skal spæla móti Írlandi í U21 undankappingini í dag.

 

Nýggjur miðverji fyri Hørð Askham, sum hevur leikbann, er Pál Mohr Joensen úr HB. Hallur Hansson er við aftur, eftir at hava spælt við A-landsliðnum í hesum árinum. Hann byrjar inn á framrættaða miðvøllinum fyri Ara Ó. Ellingsgaard.

 

Føroyska liðið: (4-2-3-1)

Teitur M. Gestsson - Bárður Hansen, Sonni Ragnar Nattestad, Pál M. Joensen, René S. Joensen - Tróndur Jensen, Brandur H. Olsen - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Gilli Sørensen - Gunnar Zachariasen

 

Dysturin móti Írlandi byrjar klokkan 15.45.