Liðugt: Føroyar hava vunnið 3-2 á Kasakstan í U21-landsdystinum í dag. Stefan Radosavljevic, Petur Knudsen og Jonn Johannesen skoraðu málini fyri Føroyar, sum vóru á odda 3-0 eitt skifti í seinna hálvleiki.
Kasakstan minkaði fyrst um munin til 3-1, tá Rói M. Hentze og Samuel J. Chukwudi rendu saman. Tá var lætt hjá Ramazan Karimov at skora. Løtu seinni fekk Kasakstan eitt avbera bíligt brotsspark, sum Oralkhan Omirtayev umsetti til mál
Móti dystarenda komu Ragnar Samuelsen, Hjalti K. Djurhuus, Hanus Sørensen og Arnbjørn Svensson á vøllin. Tað var onkur spent støða, men Jákup B. Andreasen var eisini nær við at økja til 4-2.
Við sigrinum hevur Føroyar yvirhálað Kasakstan á stigatalvuni. Føroyar hevur níggju stig á fimta plássi, meðan Kasakstan endar á sætta plássi við sjey stigum.
65.min: Føroyar eru nú á odda 3-1, eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikinum. Tað var Stefan Radosavljevic, sum legði Føroyar á odda í fyrra hálvleiki. Tíðliga í seinna hálvleiki økti Petur Knudsen, eftir ein dribbling frá Jonn Johannesen. Runavíkingurin tók yvir frá klaksvíkinginum og sendi bóltin í málið.
Løtu seinni var tað klaksvíkingurin, Jonn Johannesen, sum skoraði. Hann rak seg fyrst leysan og royndi seg við skoti, men málverjin bjargaði. Síðani royndi Ari Olsen seg við skoti útifrá. Aftur bjargaði málverjin, men hesa ferð beint fyri føturnar á Jonn Johannesen, sum skoraði til 3-0.
Ramazan Karimov minkaði um munin stutt seinni, tá Rói M. Hentze og Samuel J. Chukwudi rendu saman. Tá var lætt hjá Ramazan Karimov at skora.
Hálvleikur:
Føroyar eru á odda í hálvleikinum í U21-landsdystinum móti Kasakstan á Kazhimukan Munaytpasov leikvøllinum. Stefan Radosavljevic skoraði føroyska málið miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Tað verður spælt á einum heldur vánaligum grasvølli í Shymkent í Kasakstan, men tað er føroyska liðið, sum er omaná. Liðið stendur seg væl bæði í verjustøðu og í álopsstøðu. Tað hevur verið brúk fyri Róa M. Hentze í málinum, men verjan við Samuel Chukwudi og Andriasi Edmundssyni hava staðið stinnir.
Eisini hevur føroyska spælið riggað væl í vinstru, har Daniel Johansen og Lukas Giessing húsast. Saman við Peturi Knudsen hava teir fleiri ferðir spælt og dribbla seg úr kroystum støðum, og farnir í mótálop.
Á miðjuni hevur Jákup B. Andreasen verið javnvágin, meðan Stefan Radosavljevic er sera málsøkin í sínum renningum. Tað sást aftur, tá hann legði Føroyar á odda eftir 20. minuttir. Hann bleiv spældur leysur í vinstru í brotsteiginum, og sendi bóltin framvið málverjanum og í málið.
Kasakstan hevur verið nakrar ferðir í okkara brotsteigini, men kanska hevur føroyska liðið verið nærri at skora eina ferð afturat. Bæði Petur Knudsen og Lukas Giessing hava verið í góðum støðum, har fyrrvendi kom til skot, sum fór dygst uppum.
Liðið (4-4-2):Rói M. Hentze - Ari Olsen, Andrias Edmundsson, Samuel Chukwudi, Daniel Johansen - Pætur Petersen, Jákup B. Andreasen, Stefan Radosavljevic, Lukas Giessing - Petur Knudsen, Jonn Johannesen
Dysturin sæst her:
##med2##