U21: Brandur og Tróndur úttiknir

Brandur Hendriksson Olsen og Tróndur Jensen eru nýggir menn á U21 landsliðnum

Bill M. Jacobsen og Heðin Askham, U21-landsliðsvenjarar, hava úttikið føroyska hópin til EM-undankappingardystin ímóti Týsklandi tann 15. oktober

 

Týsdagin 15. oktober skal føroyska U21-landsliðið í eldin aftur, tá føroyska liðið skal royna seg á útivølli ímóti Týsklandi. Fyrr í hesum mánaðinum spældu somu lið á Tórsvølli, og hóast talan var um ein javnan dyst, so vunnu týskarar til endan 3-0.

 

Nýggir í hópinum eru Brandur H. Olsen, ið til dagliga spælir við FC København, og Tróndur Jensen, úr HB.

 

Har afturat eru Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland, og Rene S. Joensen, Brøndby IF, tøkir aftur, eftir at báðir vóru skaddir til fyrra dystin móti týskarum.

 

Teir 18, ið Bill og Heðin hava úttikið hesaferð, eru hesir:

 

Málverjar:

Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn

Hallgrím G. Hansen, ÍF Fuglafjørður

 

Verjuleikarar:

Bárður Hansen, Víkingur

Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK)

Hørður Askham, B36 Tórshavn

Pál Mohr Joensen, HB Tórshavn

Beinir Ellefsen, AB Argir

Rene S. Joensen, Brøndby IF (DK)

 

Miðvallarar:

Rógvi Joensen, TB Tvøroyri

Ivan Joensen, KÍ Klaksvík

Tróndur Jensen, HB Tórshavn

Brandur H. Olsen, FC København (DK)

Heðin Klakstein, KÍ Klaksvík

Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF Fuglafjørður

 

Framherjar:

Gilli Sørensen, B36 Tórshavn

Árni Frederiksberg, NSÍ Runavík

Gunnar Zachariassen, EB/Streymur

Poul Ingason, TB Tvøroyri