U2 aftur í upptøkuhølunum

Bólkurin U2 spælir nú teirra fløgu inn í Dublin og eru harafturat við til at gera eina stuðulsfløgu. U2 hava longu spælt tilfar til teirra komandi fløgu inn í Frankaríki og í Marokko og eru nú farnir heim til Írland at enda fløguna.

Forsangarin Bono hevur áður fortalt, at transu-tónleikurin úr Marokko hevur havt stóra ávirkan á bólkin, og tí kann framleiðarin Daniel Lanois avdúka, at bólkurin roynir at gera ljóðið nýskapandi og at útvega eitt meistaraverk.

Harumframt sigur Daniel Lanois, at nógv av tilfarinum á nýggju fløguni upprunaliga er komið av sokallaðum ?jam sessions?.

 

Nú er bara eftir hjá U2 at velja teirra yndisløg og út og síðani finna útav, hvat endaligi boðskapurin á fløguni skal vera. Tó er enn ov tíðliga at meta um, nær fløgan er liðug, men í løtuni tykist besta boðið at vera til várs.

 

Áðrenn fløgan hjá U2 kemur út, kunnu teir hoyrast á stuðulsfløguni ?The Ballad Of Ronnie Drew?, ið verður gjørd fyri at savna pening inn til írska tónleikaran Ronnie Drew, ið er vorðin raktur av krabbameini.

 

Umframt U2 eru The Pogues´ Shane MacGowan, The Frames´ Glen Hansard, Sinead O´Connor, Andrea Corr, Damien Dempsey, Ronan Keating, Chris de Burgh, Gavin Friday og limir frá The Dubliners við á fløguni, ið kemur út í Írlandi 29. februar.