U19: Vinna heiðursmerki í dag

Kvinnurnar, sum klokkan 16.30 spæla finaluna í U19 NEVZA-meistarakappingini ímóti Danmark, vinna í minsta lagi silvur, og menninir, sum klokkan 14.30 spæla bronsudyst ímóti Íslandi, hava eisini sera góðan møguleika.

 

Í bronsufinaluni hjá kvinnunum millum Norra og Ísland kom eitt ikki sørt óvæntað úrslit, tá tað eydnaðist Íslandi at vinna 3-1 á Norra. Og hvørja løtu byrjar finalan hjá monnunum, sum er millum Danmark og Norra.

 

Samanumtikið ein sera væleydnað kapping, ið er fyriskipað fyrimyndarliga, umframt at úrslitini hjá serliga føroysku kvinnunum hava lagað seg øgiliga væl. So fæst at síggja, um menninir vinna bronsu og kvinnurnar klára gullið í finalunum seinnapartin.