U19-liðið við dreingjum fekk eina heldur keðiliga byrjan uppá EM-undankappingina, sum í hesum døgum verður spæld í Norðurírlandi. Føroysku liðini hava tað sum oftast trupult í fyrsta dystinum í undankappingunum, og soleiðis varð eisini hesaferð.
Okkara dreingir løgdu fyri ímóti Russlandi, og endin gjørdist ein sannførandi 7-0 sigur til russar, sum vóru á odda við fimm málum í steðginum. Russar vóru væl fyri bæði kropsliga og tekniskt, meðan okkara runnu aftaná meginpartin av tíðini.
Føroysku spælararnir tóktust fjálturstungnir og tendringin manglaði í fyrra hálvleiki. Hetta sást, tí í seinna hálvleiki riggaði betri. Okkara fingu sett taklingar inn og komu í onkrar góðar støður.
Dysturin var ein greið áminning um, at eitt føroyskt landslið aldrin hevur ráð til at spæla undir miðal í altjóða kappingum.
Umframt Føroyar og Russland, eru vertirnir úr Norðurírlandi og Kekkia eisini við í kappingini. Dysturin millum norðurírar og Kekkia endaði við 2-0 sigri til kekkar.
Næsti dysturin hjá føroyska liðnum verður leygardagin, tá okkara skulu spæla ímóti Kekkia, meðan triði dysturin verður týsdagin í komandi viku.
Føroyar: 4-5-1
Elias Rasmussen - Benjamin Heinesen, Jákup F. Hansen, Bartal Wardum, Hilmar Leon Jakobsen - Hákun Edmundsson, Betuel Hansen, John Frederiksen, Jógvan á Lað Jacobsen, Meinhard Olsen - Jákup Thomsen