U18-kvinnurnar eru til reiðar

U18-kvinnulandsliðið í flogbólti hevur havt sína seinastu venjing undan fyrsta EM-undankappingardystinum á Hálsi í kvøld. Høvuðsvenjarin sigur, at tær nú eru til reiðar til fyrstu uppgávuna, sum er Írland kl.19.30 í kvøld.

 

- Vit hava eitt gott og áhugavert lið, sum hevur hug at stríðast fyri at vinna. Vit hava vant væl og eru nú til reiðar til kappingina, sigur Magnus Aðalsteinsson, høvuðsvenjari.

 

Hann vónar at síggja eina fullsetta høll til dystin í kvøld.

 

- Vit vita at tað hevur stóran týdning at leika á heimavølli, og tí vóna vit, at tað verður fullsett í høllini, tá Føroyar skulu spæla. Tað hevur so ómetaliga nógv at siga fyri okkara leikarar, at teir fáa allan tann stuðul frá áskoðarunum, sum hugsast kann, tað sóu vit kanska allarbest, tá U19-liðið spældi seg í finaluna fyri kortum, sigur Magnus Aðalsteinsson.

 

Myndin omanfyri er frá síðstu venjingini undan dystinum.