U17: Væl fyrireikaðir til stórar uppgávur

Fróði Benjaminsen og U17-dreingirnir hava fyrireikað seg væl til NM kappingina, men teir ásanna samstundis, at talan allarhelst verður um nakrar truplar dystir, skrivar Fótbóltssambandið

Venjaratoymið hjá U17-landsliðnum við dreingjum: Fróði Benjaminsen, Fróði Clementsen og Rógvi Nónsgjógv – Mynd: Ingi Arge

Fróði Benjaminsen og U17-dreingirnir hava fyrireikað seg væl til NM kappingina, men teir ásanna samstundis, at talan allarhelst verður um nakrar truplar dystir, skrivar Fótbóltssambandið.

 

– Vit leggja fyri ímóti Danmark, sum í sínum fyrsta dysti vann heili 6-2 móti Noreg. So tað verður allarhelst trupult, men vit fara sjálvandi at gera okkara besta.

 

Tað sigur Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum í hesum døgum tekur lut í árligu NM kappingini, sum er í Finnlandi.

 

Ferðalagið fór av landinum týsdagin, og umvegis Keypmannahavn varð flogið til Helsinki, og haðani koyrt við bussi í tríggjar tímar til Lappenratti, har kappingin verður spæld.

 

– Vit hava vant í dag (red. mikudag) og hava eina venjing í morgin, og eg haldi at okkara dreingir eru væl fyri. So nú gleða vit okkum til dystirnar, og koma í gongd við kappingina, sum væntandi kann menna hesar dreingirnar enn meir, sigur Fróði Benjaminsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Føroyska liðið er í bólki saman við Danmark og Noregi. Dystirnir verða spældir 4. og 6. august, og týsdagin 8. august eru plaseringsdystirnir á skránni. Tá skulu okkara dreingir møta annaðhvørt Finnlandi, Svøríki ella Ísrael.

 

Skráin:

 

4. aug. Føroyar – Danmark

 

6. aug. Føroyar – Noreg

 

8. aug. Plaseringsdystir

 

##ms##

 

Venjaratoymið hjá U17-landsliðnum við dreingjum: Fróði Benjaminsen, Fróði Clementsen og Rógvi Nónsgjógv – Mynd: Ingi Arge