U16 hjá Víkingi er steypavinnari

U16-dreingirnir hjá Víkingi vunnu tepran 1-0-sigur í finaluni ímóti NSÍ.

Víkingur er steypavinnari í U16 hjá dreingjum. Hetta gjørdist greitt fyri løtu síðani, eftir at teir úr Gøtu og Leirvík vunnu 1-0 ímóti NSÍ.


Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men hóast Víkingur hevði fleiri málmøguleikar, so var tað NSÍ, sum hevði tann størsta.


Seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamal, tá ið Adrian Mouritsen varð spældur leysur í vinstru síðu í brotsteiginum, haðani hann skeyt bóltin í málið og legði Víking á odda 1-0.


Góðar tíggju minuttir seinni fekk NSÍ ein gyltan møguleika at javna, tá ið Petur Knudsen varð feldur í brotsteiginum og NSÍ fekk tillutað brotsspark. Málverjin hjá Víkingi, Bárður á Reynatrøð, bjargaði brotssparkinum hjá Andra Benjaminsen.


Fleiri mál komu ikki í dystinum, og kann Víkingur við 1-0-sigrinum harvið kalla seg steypavinnara. Málverji teirra, Bárður á Reynatrøð, varð kosin dagsins leikari.


Víkingur – NSÍ 1-0 (0-0)

1-0: Adrian Mouritsen, 42.