Teir droyma kanska um at gerast yrkisspælarar, men skúlatingini skulu ikki liggja á láni.
Í gjár spældi U-15 landsliðið móti Sveits í Klaksvík. Hóast teir stríddust væl, máttu dreingirnir leggja rygg til eitt 4-1 tap. Hetta var fyrstu ferð, at U-15 landsliðið spældi ein altjóða skrásettan landsdyst. Símun Sólheim skoraði føroyska málið.
- Hetta var fyrsti dysturin hjá okkum móti einum mótstøðuliðið, sum vit ikki kendu. Vit vistu tí ikki, hvat vit skuldu vænta, men vit sóu skjótt, at sveitsiska liðið var sera sterkt. Vit eru tó væl nøgdir við tað, sum okkara spælarar gjørdu og sum teir royndu at gera, sigur Eli Hentze.
Í dag er tó gerandisdagur aftur hjá dreingjunum. Hóast teir eru samlaðir við landsliðnum, so sleppa teir ikki undan dagligu skyldunum og millum teirra eru skúlatingini.
Eli Hentze, landsliðsvenjari, tók nakrar myndir av dreingjunum, meðan teir gjørdu skúlating.
Í annaðkvøld skal landsliðið spæla seinna dystin móti Sveits. Hann verður á Tórsvølli klokkan 17.










