Føroyska U-21 landsliðið skal í morgin klokkan 13:00 føroyska tíð í eldin aftur, har teir spæla móti Rumenia á útivølli.
Fyrri dysturin millum liðini, ið var spældur á Svangaskarði í juni mánað í fjør, endaði við 2-2 javnleiki, har Poul Ingason javnaði í evstu løtu
.
Eftir dystin á Svangaskarði gjørdi táverandi rumenski U-21 landsliðsvenjarin ikki mætari enn at siga starvið frá sær. Orsøkin skuldi vera tann at Rumenia ikki vann á útivølli móti Føroyum.
Tí er tað ein heilt onnur avbjóðing, ið bjóðar Føroyum hesuferð. Ein avbjóðing afturat er eisini tann, at tann føroyska kappingin ikki er farin í gongd enn. Men sum skilst, so eru teir føroysku leikararnir í góðari venjing.
Á føroyska liðnum hesuferð mangla 4 týðandi leikarar. Teir eru Gilli Sørensen, Sonni Ragnar Nattestad, Hallur Hansson og Teitur Matras Gestsson. Teir eru allir við a-landsliðnum á venjingarlegu í Spania.
Gilli Sørensen hevur somuleiðis eisini verið liðskipari allar teir undanfarnu dystirnar og tískil mugu venjararnir finna nýggjan liðskipara til dystin í morgin.
Hóast liðuppstillingin ikki er almannakunngjørd enn, fara vit allíkavæl at gita liðið og liðskiparin.
Vit gita at Kristian Joensen úr NSÍ verður liðskipari.
Og at hesir ellivu byrja dystin í Rumenia :
Kristian Joensen (NSÍ)
Bárður J. Hansen (Víkingur) - Hørður Askham (B36) - Sørmundur Á. Kalsø (KÍ) - Pál Mohr Joensen (HB)
René S. Joensen (HB) - Tróndur Jensen (HB) - Brandur H. Olsen (FCK) - Árni Fredriksberg (NSÍ)
Ari Ó. Ellingsgaard (ÍF)
Gunnar Zachariassen (EB/Streymur)











