Føroyska liðið hevur vunnið tveir og tapt ein av trimum teimum fyrstu dystunum í innleiðandi bólkaspælinum.
Mánadagin vann U-17 landsliðið ímóti Dyce. Úrslitið var 2-0, og Johan Ellingsgaard skoraði bæði málini hjá Føroyum.
Vit frætta úr Aberdeen, at Johan fekk ein snudd í hesum dystinum og hevur ikki verið við teimum báðum seinnu dystunum.
Týsdagin spældi liðið tveir dystir. Tann fyrri ímóti Keith, og tann dystin taptu okkara menn við tveimum málum ímóti einum. Keith kom á odda í fyrra hálvleiki og økti eisini til 2-1, áðrenn Álvur Christiansen úr KÍ minkaði um munin. Tað eydnaðist tó ikki Føroyum at javna, og tapið var veruleiki.
Triðji dysturin í bólkaspælinum var ímóti finska liðnum Gnistan, sum Føroyar vann ein trivaligan 3-0 sigur á. Klæmint Andrasarson Olsen skoraði øll trý málini hjá Føroyum.
Mikudagin hevði liðið ein frídag, har teir kundu taka sær av løttum.
Hósdagin er dystur ímóti Dundee, sum er sterkasta liðið í bólkinum. Teir hava verið rættiliga sannførandi higartil, men føroyska liðið liggur hóast alt hampuliga væl fyri at koma víðari.
Teir vóna nú, at Dyce vinnur á Keith, so at Føroyar sleppur í hálvfinaluna. Um tað ikki eydnast at koma í hálvfinaluna, skal liðið spæla ein plaseringsdyst.
Úrslit:
Føroyar - Dyce 2-0 (1-0), málskjútti: Johan Ellingsgaard (2)
Føroyar - Keith 1-2 (1-0), málskjútti: Álvur Christiansen
Føroyar - Gnistan 3-0 (0-0), málskjútti: Klæmint Andrasarson (3)
Føroyar Dundee










