Í hesum døgum er NM-kapping fyri U-17 landslið í fótbólti í finska býnum Vaasa. Føroyingar eru eisini farnir til Finlands at kappast, og fýra dystir eru á skránni hjá teimum.
Sterk mótstøðulið
Í dag verður farið undir kappingina, og í sínum fyrsta dysti skal føroyska U-17 landsliðið taka dystin upp við danir. Dysturin verður leiktur klokkan hálvgum sjey í kvøld lokala tíð.
Næsti dysturin hjá føroyska liðnum verður longu í morgin, og tá er tað eingin minni enn Ongland, ið er mótstøðuliðið, so tá fáa føroysku unglingarnir av álvara roynt seg. Seinasti dysturin hjá føroyska liðnum í sjálvum bólkaspælinum verður leiktur fríggjadagin, tá ið mótstøðuliðið er Svøríki.
Sunnudagin skulu føroyingarnir so leika plaseringsdyst, alt eftir hvussu teir hava staðið seg í bólkaspælinum. Føroyska ferðalagið fór úr Føroyum sunnudagin, og tey verða aftur á klettunum komandi mánadag.
Átta feløg hava umboð á liðnum
Teir báðir landsliðsvenjararnir, Heðin Askham og Bill McLeod Jacobsen, hava úttikið 18 leikarar til kappingina, og hesir leikarar umboða átta ymisk feløg. Best umboðaði á liðnum eru tey bæði havnarfeløgini, sum hvør hava fýra leikarar í hópinum. Teir 18 leikararnir eru hesir: Rógvi Rygshamar LÍF, Tonny Kruse og Brian Hansen EB/Streymur, Jóhan Davidsen, Einar Hansen og Bogi Løkin NSÍ, Sigtór A. Petersen FS Vágar, Kristoffur Jacobsen og Mathias Samuelsen KÍ, Ólavur í Ólavstovu, Pætur T. Jørgensen, Christian R. Mouritsen og Torkil Kollsker HB, Levi Hansen, John Hansen, Rói Mohr Danielsen og Johan Ellingsgaard B36, Jón Krosslág VB. Ferðaleiðari á túrinum er Rúni Heinesen, meðan Thom Jakobsen er liðleiðari. Fanny Kruse er við sum fysioterapeutur, og Páll Augustinussen skal royna seg sum dómara í kappingini.
Sosialurin fer at fylgja við, hvussu tað gongur hjá føroysku fótbóltsungdómunum í kappingini.