Tystir festivalgestir á tjaldingaplássinum

Lissi úr Tjørnustovu
-----

Eg var og vitjaði Norðragøtu, har sum eg eri uppvaksin, nakr­ar dagar í seinastu viku. Hetta vóru nakrir stak hugna­ligir dagar saman við familju og vinum úr Gøtu.
Meðan eg var í Gøtu vóru fyrireikingar til G! Festivalin. Øll vóru virkin. Vit koyrdu runt í bygdini og bygdin var um at vera tilreiðar at taka ímóti øllum gestunum.
Í ár var tjaldingaplássið í Norðragøtu, so frá okkara húsum sóu vit beint yvir á tjaldingaplássið. Eg hevði hoyrt í útvarpinum, at tjaldingaplássið skuldi lata upp kl. 18 mikudagin fyri, sum G festivalurin skuldi byrja.
Umleið kl. 13 mikudagin byrjaðu tey ungu fólkini at stilla seg í eina bíðirøð fyri at sleppa fyrst inn á tjald­ingaplássið. Tá klokkan var 18 stóðu fleiri 100 ung fólk í bíðirøðini. Bíðirøðin minti meg um tá onkur handil hev­ur útsølu og tystir kundar standa og bíða fyri, at fáa vør­una, sum tey ætla sær bíliga.
Um kvøldið var lýst við einari festivalgudstænastu/ungdómsgudstænastu kl. 20 mikukvøldið. Vit vóru nøkur, sum hildu, at tað skuldu vit fara til. Vit gingu eftir gamla vegi. Jú, tá vóru tey flestu tjaldini sett upp og fleiri vóru byrja at ballast.
Eg hugsaði, um tað mundi vera nakar ungur, sum tímdi at fara í kirju hetta kvøld­ið. Jú, eg var bilsin, at tað vóru minst 50 ung fólk hetta kvøldið har. Vit hoyrdu eina góða prædiku um Teir burt­urvilstu syn­ir­nar og vit hoyrdu Martin Joen­sen syngja. Aftaná guds­tæn­astuna vóru øll boðin til nátt­urða í kirkjukjallanum. Sera góð máltíð.
Á veg yvir aftur til Norðra­gøtar ganga vit so aftur eftir Gamla vegi framvið tjald-ingaplássinum. Nú var lív komið í, nógv høvdu fingið eina góða kenning. Hetta fekk meg til at hugsa um gaml­ar dagar, tá eg var ung í teirra aldri.
Eg byrjaði sjálv at drekka sum 15 ára gomul. Tá var tað sjálvsamt, at nøkur genta úr Gøtu drakk. Tær kundu ikki teljast á einari hond, men eg var ein av teimum. Eg minnist, hvussu eg hevði tað, serliga tá tað vóru stevnur kring um í landinum. Eg mátti drekka fyri at hugna mær. Tað kom fyri, at eg drakk í sjey dagar á rað kring onkra stevnu.
Hvat er tað, sum ger, at ung fólk ikki kunnu hugna sær, uttan at doyva heila-kyknurnar??? Hvat er hetta fyri ein tosti, sum býr í okk­um???
Svarið fekk eg, tá eg sum 19 ára gomul gjørdist trúgv­andi og segði ja til Jesus, sum Harra í mínum lívi. Frá at drekka hvørt tað einasta vikuskifti, var tostin fyltur við einari keldu at gleði og nøgdsemi, sum eg ongantíð frammanundan hevði upplivað í nakrari kenning. Hetta hevur nú vart í 35 ár. Tosturin varð sløktur ...
Vit menniskju eru skapt til at liva í einum samfelagi við Jesusi. Tað er bara Jesus, sum kann møta hesum tost­anum til fulnar.
Tit ungu, eg fordømi tykk­um ikki, tí eg veit, hvussu hetta kennist, tí eg havi upplivað hendan tostan sjálv. Men eg vil bara vísa tykkum á, at tit kunnu fáa tykkara tosa sløktan og eitt glaðari lív, við at venda tykkum til Jesus, sum hevur
skapt tykkum, til at liva eitt lív saman við Honum.
SVARIÐ TIL TYKKARA TRÁAN ER JESUS