Týskland hevði átta mans á vøllinum

Noreg hevur kært til evropeiska hondbóltssambandið. Í hinari hálvfinaluni vann Spania á Kroatia

Tað var greitt fyrr í kvøld, at Spania og Týskland skulu spæla EM finalu í EM endaspælinum í manshondbólti sunnudagin, men nú er tað kanska ikki greitt kortini.

 

Tað er eingin ivi um, at Spania verður annað liðið í EM finaluni. Spaniumenn vunnu fyrr í kvøld 33-29 (18-14) á Kroatia. Týskland vann 34-33 á Noregi aftaná longda leiktíð, men nú hevur Noreg kært um ein tilburð undir dystinum, sum sæst á myndini.

 

Tá 4 minuttir og 57 sekund vóru farin av longdu leiktíðini vóru 8 týskarar á vøllinum, sum ikki er loyvt sambært reglunum. Sum sæst á myndini eru málverjin, teir seks útispælararnir, og ein málverji við grønum vesti á vøllinum, og tað stríðir ímóti reglunum.

 

Ein slík støða eigur at geva tveir minuttirs útvísing til týska liðið. Hetta hevur Noreg nú kært um, og í morgin klokkan 8 okkara tíð skal norska hondbóltssambandið grundgeva fyri kæru síni á fundi við evropeiska hondbóltssambandið.

 

Klokkan 11 í morgin fæst at vita um Noreg fær viðhald, sum kann merkja, at hálvfinaludysturin millum Noreg og Týskland skal spælast av nýggjum.