Fólk hyggja at einum stað í miðbýnum í Tel Aviv í Ísrael, har eitt iranskt rakettálop hevur gjørt skaða á fleiri bygningar. Nú er Týskland eisini farið at bjóða sínum borgarum at ferðast heim úr grannalandinum Jordan. - Mynd: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix

Týskland farið at flyta borgarar úr Ísrael

Týskarar í Ísrael hava møguleika at ferðast heim úr Jordan við leigaðum flogførum. Danmark er ikki farið at flyta fólk heim enn.

Fólk hyggja at einum stað í miðbýnum í Tel Aviv í Ísrael, har eitt iranskt rakettálop hevur gjørt skaða á fleiri bygningar. Nú er Týskland eisini farið at bjóða sínum borgarum at ferðast heim úr grannalandinum Jordan. - Mynd: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix

Týskland fer mikudagin undir at flyta sínar borgarar úr Ísrael umvegis jordanska høvuðsstaðin, Amman.

Tað boðar ein talsmaður fyri týska uttanríkisráðið frá í dag.

Týskararnir, sum eru í Ísrael og hava skrivað seg upp á ein sokallaðan kreppulista, hava fingið at vita, at tað ber til at ferðast heim úr Jordan við leigaðum flogførum, upplýsir talsmaðurin sambært Reuters og dpa.

Ísraelska loftrúmið er stongt orsakað av rakettálopunum, sum Iran og Ísrael senda móti hvørjum øðrum.

Fólk við týskum passi kunnu koma úr Ísrael til Jordan umvegis fleiri landamørk. Men tey skulu sjálvi leggja ferðina til grannalandið til rættis, boðar uttanríkisráðið í Berlin frá.

- Í verandi støðu geva jordansku marknamyndugleikarnir út visum við komu til markið, boðar ráðið frá, sambært dpa.

Týskland hevur skrásett yvir 4.000 av sínum borgarum á sínum kreppulista fyri Ísrael, skrivar dpa.

Í Iran hava næstan 1.000 týskarar meldað seg til hendan listan.

Danmark hevur ikki tikið stig til at flyt fólk heim úr hvørki Ísrael ella Iran hóast trygdarstøðan er versnað.

Tað upplýsti danska uttanríkisráðið fyri Ritzau í dag.

Sambært sokallaða danskaralistanum - sum samsvarar til týska kreppulistan - kunnu fleiri hundrað danskir ríkisborgarar vera búsitandi í Ísrael ella Iran.

Listan nýtir danska uttanríkisráðið til at senda týðandi upplýsingar til fólk, sum búgva í viðkomandi landi.

Í løtuni eru stívliga 260 fólk skrásett á danskaralistanum fyri Ísrael og stívliga 160 fyri Iran. Tilmeldingin er sjálvboðin, so talið kann vera hægri ella lægri.

Ráðið fylgir væl við støðuni og hevur leingi mælt frá ikki-neyðugari ferðing til Ísraels. Síðani sunnudagin hevur verið mælt frá at ferðast til Ísraels, eins og tað hevur verið við Iran síðani oktober 2022.

/Ritzau/