Níggju mánaðir undan EM endaspælinum á heimavølli skal týska fótbóltslandsliðið hava nýggjan venjara.
Týska fótbóltssambandið, DFB hevur hálað í neyðbremsuna og sagt venjaran Hansi Flick úr starvi. Tað hendir eftir 1-4 eyðmýkingina ímóti Japan.
– Vit eru samd um, at A-landsliðið eftir seinsta vónbrotið hevur tørv á nýggjari eggjan. Áðrenn EM í okkara egna landi tørvar okkum nýtt huglag og bjartskygni, sigur forsetin í DFB, Bernd Neuendorf, við heimsíðuna hjá fótbótlssambandinum.
Í venjingardysti týsdagin í móti Frankaríki fer ein trio við Rudi Völler, Hannes Wolf og Sandro Wagner at standa á odda fyri týska landsliðnum.
/ritzau/