Tyrluvenjing saman við Brimli

Seinnapartin í dag hevði tyrlan hjá Atlantic Airways venjing saman við Brimli norðanfyri. Fólk og útgerð varð lorað niður á skipið, og hetta varð gjørt nakrar ferðir.

Tað skrivar Fiskiveiðieftirlitið á síni heimasíðu í kvøld.

Lagt verður aftrat, at tyrlan hevur javnan tílíkar venjingar saman við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum, og hetta verður gjørt fyri at halda tyrlumanningina í venjing.

- Menninir vórðu hivaðir upp og niður fleiri ferðir, og venjingin gekk væl. Veðrið á leiðini var gott, meðan venjingin fór fram, einir 10-15 metrar um sekundið av útsynningi, skrivar Fiskiveiðieftirlitið í kvøld.

Myndirnar eigur Fiskiveiðieftirlitið.