Tað var mikudagin, at ein tyrla av slagnum Sikorsky S-92 datt niður á havleiðunum nærindis Bergen. Seks fólk vóru í tyrluni, harav eitt fólk læt lív.
Øll vórðu flutt á Haukeland Sjúkrahúsið í Bergen.
Umsitingarstjórin í Bristow Noreg, ið er felagið, sum rekur tænastur í Norðsjónum, Heidi Wulff Heimark, sigur seg fegnast um, at tríggir starvsfelagar nú eru útskrivaðir av sjúkrahúsinum.
- Men, vit ynskja ikki at greiða nærri frá heilsustøðuni, sigur hon við norska kringvarpið, NRK, í kvøld.
Hóast Sikorsky S-92 tyrlurnar verða roknaðar sum tær tryggastu í Norðsjónum, eru kortini tríggjar álvarsligar vanlukku hendar við hesum tyrlum í Noregi seinastu fýra árini.
Brekini, sum higartil eru staðfest við tyrlunum, eru feilur í motorinum, fallandi oljutrýst og stórur oljuleki.
Enn er ikki greitt, hvat tað var, sum hendi, tá Sikorsky S-92 tyrlan fekk trupulleikar og datt niður mikudagin.
Tyrlan, sum lá á 300 metra dýpi, er tikin upp aftur í dag, og vónin er, at tað fer at bera til at staðfesta, hvat tað var, sum hendi.
Tað eru serliga Sikorsky S-92 tyrlur, sum verða brúktar í frálandavinnuni í Noregi.
Tey, sum starvast í hesi vinnu og flúgva við hesum tyrlum út og heimaftur av boripallunum, eru órógvað, nú enn ein slík vanlukka er hend.
Men, hesi fólk hava eisini álit á, at veitararnir gera sítt besta fyri tryggleikan.
Tað var ein kvinna í 60-árunum, sum læt lív í vanlukkuni. Øll seks, sum vóru í tyrluni, tá hon fekk trupulleikar, vóru í yvirlivilsisdrakt, veit NRK at siga.
##med2##












