Tað var um hálvgumtveytíðina í gjár, at løgreglan fekk boð um, at ein kvinna var dottin á súkklu miðskeiðis inni í einum av tunlunum á Kalsoynni. Boðini vóru eisini, at hon hevði sligið høvdið í.
Tí varð skjótt handlað, og tyrla send eftir kvinnuni.
– Hon kom á Landssjúkrahúsið í øllum góðum, og tað eg tosaði við Landssjúkrahúsið hevði hon tað gott, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Klokkan 14:10 fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Fjósabrekkuni í Klaksvík. Tveir bilar høvdu stoytt saman, og fólkini vórðu flutt á sjúkrahúsið. Talan var tó ikki um stóran skaða, sigur vakthavandi.