Tað er ógvuliga stórur spenningur í Turkalandi í nátt, og eisini kring heimin eru øll eygu vend ímóti Turkalandi, sum er limur í NATO, og sum eigur næststørsta herin í NATO.
Sum fyrr í kvøld greitt frá á in.fo varð fríggjakvøldið boðað frá, at herurin hevði gjørt stjórnarkvett og harvið hevði tikið valdið frá forsetanum og stjórnini.
Nú vísir tað seg, at tað bara er partur av herinum, sum er við í kvettroyndini, meðan aðrir partar av herinum stuðla fólkavalda forsetanum Erdogan.
Støðan ber við sær, at tað er øgiligur spenningur millum ymsar partar av herinum, og tað verður við spenningi og bivan fylgt við í, hvussu hetta fer at taka seg upp.
Tyrlur og hernaðarflogfør eru í luftini yvir Istanbul og Ankara, og sambært dr.dk, sum hevur tíðindini frá sjónvarpsrásini NTV, so er ein hernaðartyrla yvir Ankara í kvøld skotin niður av hernaðarflogfari. Tíðindini vita at siga, at tað vóru uppreistrarmenninir, sum høvdu valdið á tyrluni.
Sambært sjónvarpsstøðum og sosialum miðlum, sum senda úr Turkalandi í nátt, so eru bardagar bæði í luftini og á jørðini í eitt nú Istanbul og Ankara.
Harvið er henda kvettroyndin heilt øðrvísi, enn aðrar kvettroyndir í Turkalandi hava verið. Tá hevur eingin ivi verið um, at tað hevur verið herurin, sum hevur tikið valdið. Hernaðarkvett hava verið í Turkalandi í 1960, 1971 og 1980. Frá 1980 og fram til 1983 hevði hernaðarstjórn valdið í Turkalandi.
Nógvir føroyingar hava seinnu árini hildið summarfrí í Turkalandi. Sambært TV2 News verður tað í løtuni ikki mett at vera vandamikið at halda frí í teimum plássum, har donsk feløg senda tey flestu ferðafólkini – 700-800 kilometrar frá Istanbul og Ankara.
Higartil hevur danska uttanríkisráðið ikki hildið tað vera neyðugt at seta forboð fyri ferðum til Turkalands. Tí verður tað sambært TV2 News leygardagin flogið sum vanligt úr Danmark og til Turkalands, hóast stóru lufthavnirnar í Ankara og Istanbul eru stongdar.
Danska uttanríkisráðið heitir tó á ferðafólk, sum eru í Turkalandi, um at halda seg innandura á gistingarhúsunum, har tey eru.
Norska uttanríkisráðið mælir sambært norsku tíðindastovuni NTB í nátt øllum norðmonnum frá at fara til Turkalands.