Altjóða Reyði Krossur hevur sett í verk eitt ógvuliga umfatandi vanlukkuarbeiði í Nepal eftir jarðskálvtan leygardagin 25. apríl, ið máldi 7,9 á Richter stiganum.
Reyða Kross feløg kring heimin eru farin til Nepal at inna bráðfeingishjálp í stóru náttúruvanlukkuni, ið hevur kravt fleiri túsund mannalív og løstað fleiri túsund, eins og fleiri túsund eru vorðin heimleys.
Í dag, týsdagin 28. apríl, er talið av deyðum komin upp á 3.700, men bæði talið av deyðum og talið av løstaðum heldur á at vaksa.
Reyði Krossur hevur um 10.000 sjálvboðin fólk í Nepal, sum eru útbúgvin til náttúruvanlukkur av hesum slag.
Reyði Krossur Føroya boðar í dag frá, at tey hava sent 50.000 krónur til hjálpararbeiðið í Nepal.
Hjalti í Jákupsstovu, formaður í Reyða Krossi Føroya, var gestur í Rásarúminum á Ràs 2 í dag. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.
Hvussu víðfevnandi skaðarnir eru, og hvussu nógv eru deyð, løstað og vorðin heimleys, vita myndugleikarnir í Nepal ikki enn til fulnar.