- Barnagarðurin Mýrifípan og forskúlin Gluggin hjá Tvøroyrar kommunu verða stongd, nú reingerðarfólkini eru farin í verkfall.
Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.
Víst verður á, at reinføri er ein sera týðandi partur á dagstovnunum, og út frá einum heilsufrøðiligum sjónarmiði metir kommunan tað ikki vera ráðiligt at hava opið, tá ikki verður vaskað á stovninum.
- Tiskil hevur kommunan tikið avgerð um at fremja fylgjandi broytingar, so leingi verkfall er - ella, til møgulig undantøk verða givin:
* Vøggustovan verður stongd frá í dag, mikudagin 15. mai
* Barnagarðurin verður stongdur frá og við fríggjadegnum 17. mai
* Frítíðarskúlin verður stongdur frá og við týsdegnum 21. mai
* Forskúlin Gluggin verður stongdur frá og við týsdegnum 21. mai
- Vit fylgja støðuni, og henda broytingar, fara vit at kunna um tað alt fyri eitt, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.











