Tvøroyrar Hornorkestur skipar fyri skemtiligum og lívligum stuðulstiltaki

Tvøroyrar Hornorkestur skipar fyri einum skemtiligum og lívligum stuðulstiltaki, har tónar, látur og gott lag fara at fylla SALT! Vit savna pening inn, til keyp av nýggjum búnum, og tí skipa vit, saman við SALT, fyri hesum stuðulstiltaki, skrivar salt.fo.

 

Á skránni er millum annað:

-Konsert við Tvøroyrar Hornorkestri

-Tónleikainnsløg við m.a Trónda, Vinmenn, Biritu og Sólfríð og Dennis

-Blindsmakking av bjór

-Spurnarkapping

-Hugnalig samvera-Lutaseðlar við góðum vinningum. Høvuðsvinningur er gávukort frá Smyril Line, virði 10.000,- kr. ( Lutaseðlar verða seldir fyri 50 og 20 kr stk.)

 

Møguleiki verður at keypa sær vælsmakkandi suppu og breyð frá Café MorMor, øl, kaffi og køkur

 

Dynar lata upp kl 19.00

Tiltakið byjar kl 20.00