Afturkalling av nudlum

Megafood Aps afturkallar nudlur, tí bacillus cereus er ávíst í vøruni. Um tú hevur hesa vøru eigur tú at blaka hana burtur ella lata hana aftur í handilin har hon er keypt. 

 

Hetta skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

 

Hvør er vøran?

 

Korean Street Topokki (sweet-spicy)

 

Best fyri: 13.02.2027, 10.03.2027 og 15.04.2027.

 

EAN-strikukota 8805957023964 

 

 

 

Hvar er vøran seld? Vøran er seld í føroyskum handlum

 

Virkið, ið afturkallar; Megafood Aps

 

Orsøk til afturkalling: Bakterian Bacillus cereus er ávíst í vøruni.

 

Vandi: Infektión við Bacillus cereus bakterium kann viðføra sjúkutekin so sum kvalma, spýggju, pínu í búkinum og leyst lív. Tilber at lesa meira um Bacillus cereus í matvørum her: Bacillus cereus i fødevarer - Styrelsen for Fødevarer, Landbrug og Fiskeri

 

Ráð til borgaran: Vørurnar eiga at verða lætnar aftur haðani tær eru keyptar ella beindar burtur.