Tvey veðrahorn fyri 300 kónur

Tað er stuttligt at síggja fólk trúgva upp á virðið í føroyskum rávørum.

Tað er stuttligt at síggja fólk trúgva upp á virðið í føroyskum rávørum - og ikki minst, tá talan er um rávørur, sum føroyska samfelagið er ríkt av. Gjøgnum mong ár hevur verið vanligt, at skeinkihorn og ymiskir prýðislutir verða evnaðir burtur úr eitt nú neytahornum, eins og vanligt hevur verið at gera smúkkur burtur úr tonnum úr grindahvali.

 

Um dagarnar lógu hesi veðrahornini á myndini í eini kurv á gongubreytini uttan fyri eini handilshøli í gongugøtuni í Havn. Tað var prísurin, sum stóð á hornunum, ið fekk okkum at taka hesa mynd sum vísir, at hesi at kalla óviðgjørdu veðrahorn verða seld fyri 150 krónur stykki. Tað merkir, at bara hornini á einum veðrahøvdi kunnu seljast fyri 300 krónur.

 

At ein slíkur prísur kann fáast fyri horn, hevði ivaleyst fáur trúð, men hetta er so ein ábending um, at Føroyar kanska eiga nógvar ymiskar rávørur, sum vit enn í dag ikki duga at seta nóg stóran prís uppá. Men, tað er fantastiskt, at onkur slóðar fyri og sær virðið í slíkum sum hesum.

 

Føroyar munnu bera einar 70.000 seyðir, harav ein partur er hornaseyður. Tað er skjótt at rokna út, hvat virðið kundi ligið í øllum teimum hornum, sum verða blakað burtur um heystarnar, tá fjøllini verða gingin, og lomb og veðrar í túsundtali verða flett kring um landið. Kanska er hetta nakað, vit eiga at hugsa um, tá fjøllini verða gingin aftur til heystar.