Tvey søgurík lið hittast við Djúpumýru

Slovan Bratislava, ið vann Europa Cup fyri steypavinnarar í 1969 hevur eina stolta fótbóltssøgu

Tað er eitt stórfelag í bæði slovakiskari og kekkoslovakiskari søgu KÍ møtir á heimavølli við Djúpumýru 18. ella 19. august. Ein dystur FM1 sjálvandi fer at siga frá.

Størsta bragdið í søguni hjá Slovan Bratislava varð tá teir 21. mai í 1969 á Sankt Jacob leikvøllinum í Basel í Sveis vunnu 3-2 á FC Barcelona í Europa Cup finaluni fyri steypavinnarar.

Fram til 1993 var Slovan Bratislava ofta í oddinum í kekkoslovakisku fótbóltsliguni. Átta ferðir vann Slovan Bratislava kekkoslovakiska meistaraheiti, og 10 ferðir endaðu teir á øðrum plássi. So seint sum í 1992 gjørdust teir kekkoslovakiskir meistarar. Fimm ferðir vann Slovan Bratislava kekkoslovakisku steypakappingina.

Í 1993 loysti Slovakia frá Kekkia, og Slovan Bratislava fekk æruna at gerast fyrsti slovakiski meistarin í mansfótbólti aftaná loysingina frá Kekkia. 

Slovan Bratislava hevur vunnið slovakiska meistaraheitið 14 ferðir, og teir hava vunnið slovakisku steypakappingina heilar 16 ferðir. Áðrenn 1993 høvdu slovakar sína egnu steypakapping, men høvdu ikki sína egnu landskapping. Ein skipan sum minti um hana í Wales í gomlum døgum, har Wales ikki hevði sína egnu landskapping, men kortini hevði The Welsh Cup. 

So talan verður um tvey søgurík lið, ið møttast í undankappingini í Champions League kappingini við Djúpumýru í Klaksvík 18. ella 19. august. 

Farna kappingarár vann Slovan Bratislava seg í bólkaspælið í Europa League. Har kom Slovan Bratislava í bólk saman við Wolverhampton, Braga og Besiktas. Slovan Bratislava tapti 0-1 og 1-2 móti Wolverhampton, vann 4-2 og tapti 1-2 móti Besiktas, og spældi javnleik 2-2 og tapti 2-4 móti Braga. Slovan Bratislava endaði á einum triðja plássi í bólki K í Europa League.

Næstseinast Slovan Bratislava vann seg í Europa League bólkaspælið var kappingarárið 2011-2012, tá tað eydnaðist at fáa ein flottan 0-0 javnleik móti Paris Saint Germain, men annars tapti Slovan Bratislava hinar fimm dystirnar í bólkinum. 

Tað nærmasta Slovan Bratislava er komið bólkaspælinum í Champions League var kappingarárið 2014-2015. Tá møti Slovan Bratislava hvítarussiska liðnum, BATE Borisov í tveimum Play Off dystum um rættin at vinna seg í bólkaspælið. Slovan Bratislava tapti uppgerðina samanlagt 1-4.