Tvey rúsevnismál í rættinum týsdagin

Fyrradagin vóru tvey mál fyri í Føroya Rætti, har tveir ungir mans vóru ákærdir fyri brot á lógini um rúsevnir

Tað fyrra málið snúði seg um ein 20 ára gamlan mann av Argjum, sum í trimum førum varð skuldsettur fyri keyp av tilsamans okkurt um 120 gram av hash. Í tí fyrstu ákærini var ungi maðurin skuldsettur fyri at hava keypt 46 gram av hashi, harav tey 16 vóru fyri ein annan mann.

Játtaði seg sekan í øllum ákærum
Í teirri næstu ákæruni varð skuldsetti ákærdur fyri at hava keypt 8 gram av hashi fyri ein annan persón, og sum samsýning fyri ómakin fekk ákærdi okkurt um 2 gram av hashi til sín sjálvs.
Triðja ákærin snúði seg um, at tann ákærdi saman við einum øðrum manni hevði keypt 52 gram av hashi til egna nýtslu. Tann ákærdi greiddi frá, at hashið í flestu førum var keypt frá sama manni í einari bygd í miðstaðarøkinum, og at prísurin var 125 krónur fyri grammið.
Tann 20 ára gamli maðurin játtaði seg sekan í øllum trimum ákærum, og hann tók ikki av tilboðnum um at fáa ein skikkaðan løgfrøðing at verja seg.
Ákærin kravdi, at maðurin fekk ein treytaðan fongsulsdóm, millum annað tí at talan var um rættuliga stórar nøgdir av hashi, sum ákærdi hevði keypt, og eisini var víst til straffiattestuna hjá ákærda. Har stóð millum annað, at tann 20 ára gamli maðurin tvær ferðir áður hevur fingið bót fyri brot á lógina um rúsevnir. Harafturat hevur hann eisini fingið bót fyri brot á vápnalógina.
Dómarin í málinum avgjørdi at døma ákærda sjey daga treytaða fongsulsrevsing við einari royndartíð upp á tvey ár, og ákærdi tók á staðnum við dóminum.

Fýra ákærur móti 16 ára gomlum
Í seinna málinum um brot á rúsevnislógina, sum var fyri í Føroya Rætti týsdagin, var ein 16 ára gamal drongur úr høvuðsstaðnum ákærdur fyri fýra ymisk lógarbrot. Í tveimum førum var drongurin ákærdur fyri at hava keypt hash, og í einum føri varð tann 16 ára gamli ákærdur fyri at hava ymiskar lutir, ið verða nýttir í sambandi við hash, so sum pípa og brúkt staniol.
Tann fjórða ákæran móti dronginum var um stuldur. Ungi drongurin var saman við tveimum øðrum skuldsettur fyri í oktobur seinasta ár at hava roynt at brotið inn umborð á fleiri bátum, sum lógu við Skipasmiðjuna í Havn.
Drongurin játtaði seg sekan í tí eina málinum um keyp av rúsevnum, har hann varð skuldsettur fyri, saman við einum øðrum at hava keypt okkurt um 16 gram av hashi til egna nýtslu, og eisini játtaði hann seg sekan í ákæruni um at hava ymiskar lutir, ið verða nýttir í sambandi við hash-nýtslu.
Hinvegin noktaði 16 ára gamli drongurin seg sekan í tí einu ákæruni, har hann varð skuldsettur fyri, saman við einum øðrum, at hava keypt umleið 25 gram av hash. Ungi drongurin segði, at hann hevði verið saman við einum øðrum, ið hevði keypt hashið, men at hann sjálvur ongan part átti í tí, hóast hin hevði bjóðað honum burturav.
Tann fjórða ákæran um stuldur, helt ákærdi verða púra burturvið. Hann greiddi rættinum frá, at hann hevði verið á økinum hjá Skipasmiðjuni hetta kvøldið, og at hann fygdist við tveimum øðrum monnum, sum fóru umborð á nakrar bátar. Ákærdi segði, at hann hevði einki við hetta málið at gera, og at hann ikki hevði verið umborð á nøkrum báti. Tá ið frágreiðingin, sum ungi maðurin hevði givið løgregluni sama kvøld, sum hendingin á Skipasmiðjuni fór fram, var lisin upp fyri ákærda, vildi tann 16 ára gamli verða við, at kludur var komið í frágreiðingina. Hann segði, at frágreiðingin ikki var í samsvar við tað, ið hann hevði greitt løgregluni frá, hóast hann sjálvur hevði skrivað undir frágreiðingina, eftir at hon var gjørd.
Dómarin í sakini móti tí 16 ára gamla gjørdi av, at av tí at so nógvir leysir endar vóru í sambandi við nakrar av ákærunum, varð neyðugt at útseta málið til einaferð seinni, tá ið málið væntandi kann endaliga avgreiðast.