Tvey ár í morgin síðan hon hvarv

- Løgreglan er á villinigøtum, sigur stuðulsadvokaturin hjá teimum trimum Hagen-børnunum, sum so sáran sakna mammu sína.

 

 

Í morgin - hin 31. oktober - verða júst tvey ár liðin, síðan norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, sporleyst hvarv úr heimi sínum í Lørenskog. Løgreglan hevur skuldsett mann hennara, 70 ára gamla miljarderin, Tom Hagen, fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - av konu síni. Prógvini hjá løgregluni hava higartil ikki verið nóg sterk til, at rættarskipanin í Noregi vil varðhaldsfongsla mannin, sum eisini noktar eg sekan í skuldsetingini.

Eftir eina handtøku seint í apríl í ár, har miljarderurin sat í varðhaldi í 11 dagar, varð hann leyslatin aftur, tí lagmannsrætturin helt ikki grundarlag vera fyri varðhaldsfongsling. Rætturin segði, at maðurin eins væl kann vera ósekur - sum sekur.

Anne-Elisabeth og Tom Hagen eiga trý vaksin børn, sum slett ikki duga at ímynda sær, at pápin hevur nakran sum helst leiklut í, at mamman er horvin. Tey hava ein stuðulsadvokat, Ståle Kihle, sum heldur, at løgreglan púrasta er á villinigøtum í hesum máli. Børnini halda, at mamman er rænd við fíggjarligum endamáli, eins og lagt varð upp til í brævinum, sum lá eftir í húsunum, tá mamman var horvin.

- Kanningararbeiðið hjá løgregluni er fult av villinigøtum, og málið um Anne-Elisabeth Hagen verður at enda lagt á hillina. Tey trý børnini og pápi teirra, Tom Hagen, hava livað í einari ræðuligari støðu í tvey ár. Tey lýsa saknaðu mammuna, sum ”hjartað og navnið” í familjuni, sigur stuðulsadvokaturin.

Enn hevur løgreglan ikki sagt seg vita, hvat hendi, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum við Sloraveien í Lørenskog fyri tveimum árum síðan. - Báðar døturnar, sonurin og Tom Hagen sjálvur eru nú í ferð við at missa vónina um nakrantíð at fáa eitt svar upp á, hvat hendi mammuni og konuni, Anne-Elisabeth Hagen, sigur stuðulsadvokaturin við VG.

Ståle Kihle hevur verið íblandaður málinum, síðan hann fyrr í ár varð útnevndur til at hjálpa vaksnu børnunum. Hann tók hesa uppgávu upp á seg, tá Svein Holden, sum áður hevði verið stuðulsadvokatur, gjørdist verji hjá Tom Hagen, og soleiðis ikki longur kundi umboða alla familjuna.

- Tey trý børnini halda, at skuldsetingin hjá løgregluni móti pápanum er eitt síðuspor, tí tey vita, at hann er ósekur, og hetta hava tey eisini vitað alla tíðina, sigur stuðulsadvokaturin, sum ikki dylur fyri, at bæði hann sjálvur og børnini, hann umboðar, hava verið rættiliga ivingasom um kanningararbeiðið hjá løgregluni. 

Stuðulsadvokaturin vísir á, at kanningararbeiðið sambært børnunum, hann umboðar, hevur verið ein skandala. - Løgreglan hevur hongt eina drápsskuldseting upp á ein mann, sum verður merktur av hesum fyri lívið. Hetta verður eisini galdandi fyri familju hansara, sigur Ståle Kihle.

Hann er ikki serliga hugtikin av tí, sum løgreglan hevur fingið burtur úr sínum kanningararbeiði í tvey ár, har løgreglan enntá hevur havt loyniliga avlurting av Tom Hagen. - Men, hóast hetta er løgreglan ikki í námindi av fellandi prógvum fyri sínari drápshypotesu. Løgreglan hevur hvørki prógv fyri, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin heima við hús við Sloraveien - og enn minni, at Tom Hagen hevur nakran sum helst leiklut í tí, sum er hent, sigur Ståle Kihle.

##med2##

Eftir at stuðulsadvokaturin fekk innlit í stórar partar av kanningararbeiðnum hjá løgregluni, er tað ikki nakað av tí, hann hevur sæð, sum kann viðvirka til eina loysn, soleiðis sum hann sær málið. Stuðulsdvokaturin heldur, at málið er fult av villinigøtum og arbeiði, sum ikki vinnur á mál.

- Hagen-børnini halda, at einki av tí, sum løgreglan ger nú, fer at føra til, at mamman verður funnin. Í løtuni ræðast tey mest, at løgreglan ongantíð fer at megna at loysa málið. Tað er ikki yvir at dylja, at vónirnar hjá børnunum nú eru ógvuliga smáar, og tað ringasta verður, at tey kanska ongantíð fáa eitt svar upp á, hvat hendi við mammuni, sigur Ståle Kihle við VG.