Tvey nýggj leitiloyvi

Faroe Petroleum er tillutað tvey nýggj leitiloyvi í bretskum øki.

Í samband við 28. útbjóðingarumfar í bretskum øki, hevur Faroe Petroleum fingið tvey nýggj leitiloyvi. Talan er um loyvini Fynn og Perth Field Extension.

 

Fynn liggur í Norðsjónum, umleið 6 kilometrar frá Lowlanderfundinum, sum Faroe Petroleum er fyristøðufelag fyri. Verkætlanin fevnir um ein møguligan brunn og viðgerð av seismikki. Um seismiska viðgerðin gevur nøktandi úrslit, verður brunnurin boraður.

 

Hini feløgini, sum taka lut í loyvinum eru Parkmead, sum eisini er fyristøðufelag, Verus Petroleum og CalEnergyGas. Øll feløgini eiga 25 prosent í loyvinum.

 

Perth Field Extension loyvi, liggur beint vestanfyri Perthfundið. Eisini her er talan um seismiska viðgerð, áðrenn støða verður tikin til, um ein brunnur skal borast ella loyvi latast inn aftur. Faroe Petroleum eigur 34,62 prosent í hesum loyvinum, DEO Petroleum eigur 52,03 prosent og er fyristøðufelag, meðan Atlantic Petroleum UK eigur 13,35 prosent.

 

- Felagið er fegið um at boða frá nýggju loyvunum í Norðsjónum. At hava tryggjað okkum hesi spennandi loyvini rundan um tann týdningarmikla Perth/Dolphin/Lowlander útbyggingarmøguleikan, har Faroe Petroleum frammanundan hevur ein stóran part, váðaspjaðir enn meira á okkara stóru leitiportifølju, sigur Graham Stewart, forstjóri í felagnum.