Elias skoraði tvey mál í fyrsta heimadystinum í bundesliguni

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu stórsigur 41-30 á Gummersbach í fyrsta heimadystinum hetta kappingarárið

Í kvøld fekk Elias Ellefsen fyrsta heimadystin fyri THW Kiel í týsku bundesliguni frammanfyri 10.000 áskoðarum, tá Kiel tók móti Gummersbach.

 

Kiel vann stórsigur 41-30. Í steðginum var Kiel á odda 22-16.

 

Elias slapp ikki líka nógv til orðanna í dag sum í seinasta dystinum hjá Kiel, men hann skoraði so tvey mál fyri Kiel í kvøld. 

 

Kiel er fremst í bundesliguni við fýra stigum fyri tveir dystir við málúrtøkuni 77-55.

 

Komandi sunnudag hevur Kiel aftur heimadyst í bundesliguna. Tá kemur Wetzlar á vitjan í Kiel.