Vit eiga at vera ómetaliga varin, kemur tað hartil, at vit skulu taka flóttafólk til Føroya. Tað halda bæði Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, og Johan Dahl, landsstýrismaður í útlendingamálum.
Flóttafólk hevur verið heitasta kjakevnið í Føroyum síðani á nýggjárum, tá ið løgmaður helt, at føroyingar eiga at gera sína skyldu og taka flóttafólk til Føroya.
Sjálvur nevndi hann, at vit skulu taka eini 40-50 familjur til Føroya, men síðani hevur hann viðgingið, tað var eitt mistak at nevna nakað ávíst tal, tí hann heldur, at tað var støðan ikki búgvin til.
Tað tað er eisini greitt, at aðrir politikarar taka ikki undir við honum, tá ið hann nevnir eitt so høgt tal. Í kjaksending á Rá2 staðfesti Johan Dahl, at vit mugu fyrst viðgera spurningin, um vit yvirhøvur skulu taka flóttafólk til Føroya.
Koma vit til ta niðurstøðu, at vit skulu taka flóttafólk til Føroya, má tað fyrireikast væl og virðiliga.
Johan Dahl heldur, at skulu vit taka flóttafólk til Føroya, skal tað verða gjørt í tøttum og væl skipaðum samstarvi við danir.
Endamálið við tí samstarvinum skal vera at tryggja hesum fólkum arbeiði, eru tey før fyri tí, og annars at bera so í bandi, at tey, so smidliga sum gjørligt, kunnu verða ein integreraður partur av okkara samfelag.
Og hann heldur, at skulu vit hava flóttafólk higar, eiga vit at byrja við at fáa 5-10 familjur higar, helst kanska bara einar tvær ella tríggjar familjur. Síðani skulu vit vita, hvussu tað tekur seg upp og eftirmeta støðuna, áðrenn vit taka avgerð um, hvussu so skal farast fram.
Hinvegin staðfestir landsstýrismaðurin í útlendingamálum, at sum støðan er nú, eru vit slett ikki til reiðar til at taka hesa avbjóðingina á okkum.
Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, er samdur við landsstýrismannin í, at tað er neyðugt at gera alt tað fyrireikandi arbeiðið til lítar, áðrenn vit taka flóttafólk til Føroya, fyri at tryggja, at vit hava eitt gott tilboð til tey.
Men hansara varisliga boð er, at vit taka 10 flóttafólkafamiljur til Føroya hesi næstu 20 árini, ella eina familju til Føroya annaðhvørt ár. |










