Tvey harðskapsmál í Havn í nátt

- Talan um greið harðskapsmál, har avhoyringar skulu gerast. Hetta eru mál, sum vit fara at arbeiða við í dag, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Í gjár var 2. jóladagur, og 2. jólakvøld er vanliga eitt kvøld, har nógv fólk eru í býnum. Soleiðis var eisini í gjárkvøldið og í nátt, veit løgreglan at siga í morgun.

 

Vaktleiðarin sigur, at rættiliga nógv fólk var í býnum í Havn í nátt, og her vóru eisini nakrar uppgávur, har løgreglan mátti hjálpa fólki til hús, sum svóvu úti.

 

- Vit hava verið sjónligir í náttarlívinum í nátt, men tað er nú einaferð soleiðis, at vit kunnu ikki vera allastaðni í senn. 

 

Eftir at skeinkistøð lótu aftur í nátt, vóru tvey harðskapsmál skrásett í Havn, men í løtuni vil løgreglan ikki siga stórvegis um hesi mál.

 

- Men, her er talan um tvey greið harðskapsmál, har avhoyringar skulu gerast, og hetta eru mál, sum vit fara at arbeiða við í dag.

 

Sum skilst á vaktleiðaranum í morgun eru ongar handtøkur framdar í hesum málum enn.