Tvey fólk tikin fyri innbrot í Havn

Nógv umrødda innbrotið í Teldutænastuni í Havn fríggjanáttina, er nú uppklárað

Innbrotið í Teldubúðina í Havn fríggjamorgunin er nú uppklárað.

Tað var fríggjanáttina, at brotið varð inn í Teldutænastuna og í tí sambandi tók løgreglan tað óvanliga stig at kunngera myndir av innbrotinum, samstundis sum fólk, sum kundi vita nakað, vórðu biðin um at siga frá.

 

Les eisini: Hesin breyt inn í Teldutænastuna í nátt

 

Og tað riggaði, tí í nátt eru tvey fólk handtikin

- Við góðari hjálp frá borgarum, handtók politiið í nátt tvey fólk, sum høvdu framt innbrotið í Teldutænastuna fríggjanáttina, sigur løgreglan.

 

Fólkini vórðu handtiknir á bústaðnum hjá tí eina, og undir húsarannsóknini aftaná fann politiið flestu lutirnar frá innbrotinum.

Bæði fólkini hava játtað seg sek, men enn er ikki endaliga uppgjørt, hvat virðið á stolnu lutunum er.