Tvey fólk lótu lív í dronuálopi á Kyiv

Borgarstjórin í Kyiv, Vitali Klitsjko, sigur, at talan var um eitt umfatandi russiskt álop á høvuðsstaðin

Myndin er ikki frá álopinum á Kyiv í nátt, men frá einum øðrum russiskum álopi á høvuðsstaðin

Tvey fólk hava latið lív í russiskum dronuálopi á ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv í nátt.

 

Tað siga neyðhjálparfólk í býnum sambært Reuters.

 

Fyrst varð sagt frá løstaðum fólkum, eftir at eldur kom í fleiri háhús í býnum.

 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitali Klitsjko, sigur, at talan var um eitt umfatandi russiskt álop á høvuðsstaðin.

 

Í Russlandi verður sagt, at eitt fólk hevur latið lív í Rostov-regiónini eftir eitt ukrainskt donuálop.

 

Hetta sigur guvernørurin í regiónini sambært Reuters.

 

 

 

Myndin er ikki frá álopinum á Kyiv í nátt, men frá einum øðrum russiskum álopi á høvuðsstaðin