Av donskum yrkisfótbóltsfeløgum er Vendsyssel tað liðið, ið telur flestar føroyingar. Teir eru heili fýra í tali. A-landsliðsleikararnir Hallur Hansson, Réne Shaki Joensen og Brandur Hendriksson Olsen, og so eisini 18 ára gamli Meinhard Olsen, ið ikki hevur fingið sítt gjøgnumbrot á besta liðnum - enn.
Fyrr í dag spældi Vendsyssel venjingardyst ímóti Hobro, sum er aftasta lið í Superligaini. Vendsyssel vann dystin 4-2, og ikki kann sigast annað enn, at tað gekk sum fótur í hosu hjá føroyingunum.
Vendsyssel kom afturum 1-0, men eftir 33 minuttir javnaði Réne Shaki Joensen til 1-1. Hetta málið legði Hallur Hansson upp til.
Stutt eftir hálvleikssteðgin sendi Brandur Hendriksson hornaspark innfyri, ið varð skallað í mál - harvið gjørdist støðan 2-1 til Vendsyssel. Síðani legði Brandur eisini upp til næsta málið hjá Vendsyssel, tá ið støðan bleiv 3-1. Hobro minkaði um munin, 3-2, men at enda slerdi ungi Meinhard Olsen sigurin fastan, tá ið hann skoraði til 4-2 til Vendsyssel.
Teir tríggir A-landsliðsleikararnir byrjaðu allir inni í venjingardystinum, meðan Meinhard Olsen bleiv innskiftur.