Føroyingaliðini í donskum hondbólti spæla í hesum døgum fyrstu kappingardystirnar hetta kappingarárið.
Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ, ið spæla í næstbestu deildini tóku í áttandapartsfinaluni í donsku steypakappingini móti Bjerringbro/Silkeborg úr bestu deildini.
HØJ stóð seg heiðurliga móti sterku mótstøðuni og tapti dystin 29-33. Bjerringbro/Silkeborg var á odda 16-14 í steðginum. Rói skoraði tvey mál fyri HØJ.
Lív S. Poulsen, Vár B. Zachariassen og liðfelagarnir í Ringsted, ið spæla í næstbestu deildini taptu stórt 23-44 fyri Herning/Ikast, ið spælir í bestu deildini. Í steðginum var Herning/Ikast á odda 27-13. Lív skoraði eitt mál fyri Ringsted.
HØJ spælir fyrsta dystin i næstbestu deildini sunnudagin 3. september. Dysturin verður á útivølli móti Skovbakken.
Ringsted spælir fyrsta dystin í næstbestu deildini leygardagin 16. september. Tá kemur EH Aalborg á vitjan.