Tvey ferðamannaskip í Føroyum í dag

Tvey ferðamannaskip liggja við bryggju í Føroyum í løtuni.

 Tvey ferðamannaskip liggja við bryggju í Føroyum í løtuni.

 

Í Havn liggur stóra Zuiderdam. Umborð eru umleið 2000 ferðafólk, og manningin telur 850.

 

MS Zuiderdam er út við 290 metrar langt. Hetta er sama skip, sum lá í Runavík í 2016.

 

 

Fyrrapartin hevur Aegean Odyssey, sum er nakað minni enn Zuiderdam, ligið í Kollafirði. Upprunaliga bygd sum ferga, bleiv hon umbygd til ferðamannaskip í 1988 og aftur umvæld í 2010. Aegean Odyssey ferðast, sum navnið eisini sipar til, fyri tað mesta í Miðjarðarhavinum, í Egeahavinum millum Grikkaland og Turkaland. Pláss er fyri eini 380 ferðafólkum umborð.

 

Zuiderdam kom á Havnina í morgun og fer avstað aftur klokkan 17. Aegean Odyssey kom á Kollafjørð í nátt úr Húsavík í Íslandi og fór avstað aftur klokkan 13, við kós móti Scrabster.