88 postveitarar í fleiri londum hava heilt ella lutvíst steðgað sendingum til USA.
Hetta kemst av nýggja tollinum, boðar Universal Postal Union (UPU), sum er ein stovnur hjá Sameindu Tjóðum, frá, sambært tíðindastovuni AFP.
Talið av brøvum og pakkum til USA er minkað við meira enn 80 prosentum, eftir at hægri tollur varð settur í gildi.
UPU er í ferð við "skjótt menna eina nýggja tøkniliga loysn, sum kann hjálpa til at fáa postin til USA aftur á rætta kós", sigur aðalstjórin í UPU, Masahiko Metoki, í eini fráboðan.
Stjórnin hjá Donald Trump, forseta, boðaði síðst í juli frá, at USA fór at avtaka skattafrítøku av smáum sendingum til USA frá 29. august.
Avgerðin elvdi til eina bylgju av fráboðanum frá postverkinum, eitt nú teimum í Avstralia, Bretlandi, Fraklandi, Týsklandi, India, Italia og Japan, um at tey nú fóru at lata vera við at bjóða at senda flestu pakkarnar til USA.
Tá boðaði UPU frá, at hetta ávirkaði 25 av teimum 192 limalondunum.
Millum postveitararnar, sum nú steðga einum stórum parti av øllum postsendingum til USA, eru týska Deutsche Post og bretska Royal Mail.
Danska PostNord skrivaði í tíðindaskrivi 20. august, at tey fyribils steðga sendingunum til USA.
UPU segði, at dátur, sum vórðu skiftar millum postverk umvegis elektroniska netið hjá UPU, vístu, at postferðslan til USA 29. august var minkað við 81 prosentum í mun til eina viku frammanundan.
Nýggju tollreglurnar hava við sær, at allar sendingar til USA ella Puerto Rico koma undir toll, um tær hava eitt virði undir 800 dollarar, sum svarar til góðar 5.000 danskar krónur.
PostNord skrivar tó á heimasíðuni, at hetta ikki er galdandi fyri brøv uttan vørur ella pakkar frá privatpersónum við einum virði í mesta lagi 100 dollarar, so leingi tey eru merkt sum gávur.
/Ritzau/