Fótbóltur
Undan kappingarbyrjan skal FSF hava bæði roknskap og fíggjarætlan frá feløgunum, sum taka lut í Formula-kappingini.
- Tað eru trý høvuðsendamál í hesum, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF.
- Fyrst og fremst, so skulu vit við hesum tryggja, at eitt felag, sum byrjar eitt kappingarár, eisini er ført fyri at fullføra hetta undir forsvarligum umstøðum. Harnæst er hetta eisini ein liður í at tryggja kapping á javnbjóðis føti. Hetta skilt á tann hátt, at eitt felag ikki fær fyrimunir fram um onnur, bara við at lata vera við at rinda sínar rokningar. Og í triðja lagi er endamálið at verja fótbóltin, soleiðis at ítróttin ikki kemur í ringt orð orsakað av, at kreditorar verða noyddir at avskriva stórar upphæddir.
Og Ísak Mikladal váttar eisini, at fíggjarstøðan í tveimum av feløgunum í ár var somikið vánalig, at hesi vóru undir beinleiðis eftirliti av Fótbóltssambandinum.
- Tað er rætt. Tá so er, so krevja vit meira leypandi rapporteringar, har vit kunnu síggja, hvør gongdin er. Og tað var altso neyðugt í tveimum førum í ár, sigur aðalskrivarin.
Ísak Mikladal vil tó ikki siga, hvørji tey bæði feløgini vóru.