Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Rebekka Fuglø stóðu fyri bestu úrslitunum, tá tær báðar settu føroyskt met á ávikivast 100 metrum og 1.000 metrum.
17 ára gamla Margit W. Fríðmundsdóttir setti nýtt føroyskt met, tá hon rann teinin upp á 13,54 sekund. Sambært fif.fo er hetta javnsett við føroyska metið hjá Elini Rasmussen. Til FM á Svangaskarði í 1994 rann Elin Joensen teir 100 metrarnar upp á 13,3 sekund, men tað var við hondstøðgaðari tíð. Sambært fif.fo skulu tá 24 hundraðpartar leggjast afturat tíðini, fyri at sammeta við el-tíðtøku. Tí eru tær báðar tíðirnar javnsettar sum føroyskt met.
Rebekka Fuglø setti føroyskt met á 1.000 metra-teininum, við tíðini 2.53,68. Hon átti føroyska metið sjálv, men skar eitt heilt sekund av gamla metinum leygardagin. Annars skrivar Frælsur Ítróttar Føroya á heimasíðuni, at Treystið átti allar tær fýra fremstu genturnar á 1000m teininum. Nummar tvey gjørdist Oddvør Josephsen, nummar trý Maria Biskopstø og nummar fýra Elin Kristina Ryan.










