Tvey dripin í skottilburði á McDonald's í Hollandi

Tveir mans vórðu í dag skotnir til deyðis á eini matstovu í Zwolle. Sambært øðrum gestum tyktust drápini tilætlað

 

Løgreglan í Zwolle í Hollandi hevur enn ikki tikið persónin, sum í kvøld lat skot av inni á eini McDonald matstovu, har hann drap tveir mans.

 

Løgreglan í Zwolle í Hollandi hevur enn ikki tikið persónin, sum í kvøld lat skot av inni á eini McDonald matstovu, har hann drap tveir mans. Foto: Stringer/Ritzau Scanpix

Tveir persónar í hollenska býnum Zwolle eru í dag dropinir av einum vápnaðum manni á eini McDonalds matstovu.

Tað upplýsir hollendska løgreglan á Twitter.

Eygnavitni siga við lokala miðilin – RTL Oost – at skottilburðurin tyktist planlagdur.

– Maðurin bíllegði fyrst eina máltíð og sat við eitt borð yvir av teimum báðum offrunum fyri skottilburðin. Tað kom rættiligt panikkur í millum kundarnar, sum allir royndu at flýggja út, siga vitni.

Illgerðarmaðurin flýddi eftir tvífalda morðið úr matstovuni.

Løgregla og sjúkrabilar komu skjótt á staðið, har tvey av offrunum vórðu funnin særd, men á lívi. Tað varð til fánýtis roynt at bjarga lívum teirra.

Løgreglan heitir á vitni um at boða frá og leitar eftir illgerðarmanninum. Tað bæði dripnu høvdu hollendskan-turkiskan uppruna.

Løgreglan hevur einki sagt um eitt møguligt. motiv.

Økið við burgaramatstovuna í norðara parti av Zwolle eru síðani sperrað av, meðan tyrla flýgur uppi yvir staðnum.

Samstundis kundu hjartkipt fólk, sum komu fram við og familja hjá teimum myrdu síggjast troysta hvønnannan.

/ritzau/AFP

 

 

 

Løgreglan í Zwolle í Hollandi hevur enn ikki tikið persónin, sum í kvøld lat skot av inni á eini McDonald matstovu, har hann drap tveir mans. Foto: Stringer/Ritzau Scanpix