Fuglakrímið krevur framvegis mannalív. Myndugleikarnir í Vietnam siga, at har doyði ein maður av sjúkuni í síðstu viku, og er hetta fyrstu ferð í næstan tvey ár, at fuglakrímið hevur kravt mannalív í Vietnam. Í nátt frættist úr grannalandinum Kambodja, at har kostaði fuglakrímið einum tvey ára gomlum barni lívið í gjár.
Vietnamesisku heilsumyndugleikarnir siga, at maðurin, sum doyði av sjúkuni í síðstu viku, arbeiddi á einum dunnugarði, og nú verður kannað, um dunnurnar smittaðu hann. Kambodisku myndugleikarnir siga, at barnið, sum doyði í gjár, hevði fingið smittuna frá høsnarungum.
Síðani 2003 eru 340 fólk deyð av fuglakrími ella H5N1. Av teimum búðu 59 í Vietnam.