Tvey "pør" við nógvum upsa í Saltangará

Seinastu vikuna hava nøkur skip landað upsa á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará

Fiskivinna

Mánadagin løgdu leirvíkstrolararnir, Stjørnan og Polarhav, eini 260.000 pund upp í Saltangará. Meginparturin av veiðini hjá skipunum var upsi.
Váðasteinur, sum er á línuveiði, landaði eisini í Saltangará mánadagin. Tá ið vit frættu av landingarmiðstøðini hjá Beta, sótu tey ikki við ítøkiligu landingartølunum hjá Váðasteini við hondina, men sum skilst, hevði línubáturin eitt sindur av hvørjum.
Skipini hjá Beta, Bakur og Stelkur, landaðu í Saltangará seinasta hósdag  ella fyri eini viku síðan, og tá høvdu tey tilsamans 320.000 pund, meginparturin upsi.
Garnaskipið Nim hevur eisini landað í Saltangará nýliga.

Frægari fiskur
- og betri prísur
Ragnar S. Olsen, reiðari, veit at siga, at hóast upsin framvegis er smáttfallandi, er hann frægari til støddar nú, enn tá ið hann var smæstur.
Upsaprísurin er eisini batnaður munandi, sum árið er liðið, og í dag fáa skipini einar 4,50 til 5 krónur fyri kilo.
Nú upsin er so stórur partur av tilfeinginum, sum ísfiskaskipini føra til lands, hevur økti prísurin stóran týdning fyri ísfiskatrolararnar, sum hava ligið tungir í sjónum seinastu tíðina.