Tvey ár afturat við Hørði

Hørður Askham hevur longt sáttmálan við HB, so hann nú er galdandi í tvey ár afturat.

 

– Eg trívist øgiliga væl í HB, og haldi at umhvørvið í felagnum er gott. Eg havi ambitiónir um at vinna, so hettar er tað rætta staðið fyri meg at vera, sigur Hørður í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá HB.