Tveittur heim úr HM

Kroatiski áleyparin vildi ikki skiftast inn ímóti Nigeria, og tað fær nú avleiðingar.

Kroatiski áleyparin, Nikola Kalinić, er tveittur heim úr HM í Russlandi, eftir at hann noktaði fyri at verða innskiftur í seinna hálvleiki tá ið Kroatia leygardagin vann 2-0 ímóti Nigeria. Hetta váttar landsliðsvenjarin, Zlatko Dalić.


- Kalinić hitaði upp í dystinum ímóti Nigeria og skuldi eftir ætlan skiftast inn, men hann segði, at hann ikki kendi seg tilreiðar at spæla vegna trupulleikar við rygginum, greiðir Dalić frá á heimasíðuni hjá kroatiska fótbóltssambandinum.


- Hetta hendi eisini í venjingardystinum ímóti Brasil og undan venjingini í gjár. Hetta má eg bara góðtaka, og av tí at eg má hava frískar spælarar, ið eru tilreiðar at spæla, so havi eg tikið hesa avgerðina, greiðir hann víðari frá.


Avgerðin er altso at senda Nikola Kalinić heim úr HM. Kroatiski hópurin heldur til í Roshchino tætt við Skt. Pætursborg, og kroatiska fóbóltssambandið skrivar, at Kalinić sigur hinum leikarunum farvæl og fer heim til Kroatia seinni í dag.


Tað er ivasamt, um Nikola Kalinić veruliga er skaddur í rygginum, ella um hann bara ikki tímdi at spæla nakrar heilt fáar minuttir. Kroatiskir miðlar halda, at tað er illgrunin um hetta, ið hevur fingið venjaran at tveita Kalinić til húsa.


30 ára gamli Nikola Kalinić spælir við Fiorentina, men er í løtuni útleigaður til AC Milan. Kroatia spælir sín næsta dyst hósdagin kl.19.00 ímóti Argentina.