Tað eru eftir øllum at døma fleiri, sum hava ynski um at gerast spælaraumboðsmenn innan fótbóltsheimin.
Í dag er próvtøkudagur hjá FIFA, og eisini her í Føroyum skipar FSF fyri próvtøku. Tveir persónar hava boðað frá, at teir vilja sleppa upp til roynd.
Próvtøkan hevur verið altjóða krav nú í fleiri ár, um sonevndur lisensur skal fáast til vega. Í Føroyum er tað bert Jákup í Stórustovu, sum hevur staðið royndina, men tað merkir ikki, at aðrir ikki hava roynt.
Hagtølini siga, at í síðani heystið 2001 hava sjey persónar verið til átta próvtøkur, men enn er so bara ein, sum hevur staðið royndina.
Tað ber ikki til at fáa upplýst frá FSF, hvørjir teir báðir eru, sum fara til próvtøku.