Tveir valbólkar um at velja tingnevndir

Ársins fyrsti tingfundur er settur og slitin. Einasta mál á skránni var val av tingnevndum sambært grein 24 í tingskipanini.

 

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna setti fundir og las upp tvey skriv, annað frá samgonguflokkunum Javnaðarflokkinum, Tjóðveldinum og Framsókn, um at teirra 18 tingfólk eu í valbólki. Hitt skrivið var frá andstøðuflokkunum, Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum um, at teirra 15 tingfólk eru farin saman í valbólk.

Síðani var tingfundurin slitin soleiðis, at flokkarnir kunnu tosa seg til rættis um, hvussu teir manna tær sjey tingnevndirnar. 

 

Nevndirnar, sum skulu mannast, eru:

 

  • Fíggjarnevndin
  • Landsstýrismálanevndin
  • Mentanarnevndin
  • Rættarnevndin
  • Trivnaðarnevndin
  • Uttanlandsnevndin
  • Vinnunevndin

 

Tingfundur verður settur aftur klokkan 13.

 

##med2##